Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Mat & Moldmentanarháskúlin

Háskúlin á Sandoynni

Hjartað í Mat & Moldmentanarháskúlanum slær fyri sjálvbjargni og burðardyggleika - alt, vit gera, hevur til endamáls at kanna og menna okkara evni at liva eitt frælst, vakurt, stuttligt, sterkt, livandi, andaligt, ríkt og sjálvstøðugt lív, í burðardyggum samspæli við alt livandi í okkara nær- og fjarumhvørvi.


Høvuðsæðrarnar eru MATUR, MOLD & MENTAN - og øll skeið á háskúlanum hava, so ella so, knýti til eitt ella fleiri av hesum evnum.


Blóðið í æðrunum er títt og mítt. Okkara hugskot, okkara dreymir og okkara veruleikar. Starvsfólk og næmingar skapa í felag skúlan og tann gerandisdag, hann snarar um.


SKEIÐINI


Mat & Moldmentanarháskúlin skipar fyri bæði styttri og longri skeiðum, ið eru ætlað øllum vaksnum (av og á eru eisini skeið fyri børn). Til tíðir verður skipað fyri MASTER CLASSES, hetta eru serlig skeið, við undirvísarum, ið eru serfrøðingar á sínum øki. MASTER CLASSES eru ofta fyri fólk við royndum. Meira um tey skeið, ið skúlin bjóðar út beint nú, er at lesa her. Av og á skipar skúlin eisini fyri almennum tiltøkum. Hevur tú hugskot ella ynski um okkurt ávíst skeið ella alment tiltak, so ert tú hjartaliga vælkomin at senda okkum eini boð á moldmentan@moldmentan.fo.


GERANDISDAGURIN


Næmingar á skeiðunum eru við í øllum arbeiði rundan um gerandisdagin á skúlanum: matgerð, reingerð, lúking, velting o.s.fr. Vit liva saman sum ein stór familja, og vit hjálpast at við at menna og byggja upp skúlan. Ein vanligur dagur á skúlanum sær soleiðis út:


7.30 - 8.30: Morgunmatur - næmingarnir gera sær eisini matpakka til lítlasteðg


8.30 - 12.30: Undirvísing/túrur


12.30 - 13.00: Lítil steðgur - næmingar eta matpakka


13.00 - 15.00: Arbeiði/Hvíld - matholdið ger døgurða


15.30 - 16.30: Døgurði


16.30 - 20.00: Frí


20.00 - 20.30: Nátturði/Temunnur - matholdið ger klárt


22.30 - : Friður


Hóskvøld eru ofta almenn tiltøk, ið næmingarnir luttaka til. Fríggjadag fáa vit tíðliga frí, gera reint, eta góðan mat, og tey, ið hava hug, kunnu fara í hitapott.


VERKSTAÐURIN


Nógv av undirvísingini fer fram á Verkstaðnum - hetta eru hølini á Mørkini Miklu, ið skúlin leigar saman við Veltuni. Á Verkstaðnum er eisini okkara lítla (men skjótt vaksandi) bókasavn, pappír og litblýantar, seymimaskina, grýtur, pannur og alt møguligt annað. Næmingarnir hava atgongd til verkstaðin eftir skúlatíð, og kunnu sita har og arbeiða víðari við ymiskum, ið tey eru farin í holt við á verkstovunum - ella við egnum verkætlanum.


HVÍLD


Vit renna, renna, renna í gerandisdegnum, og merkja oftast ikki møðina, fyrr enn vit traðka út úr gerandistrummerumminum - sum t.d. tá ið vit fara á Háskúla, ganga ein túr í haganum, lúka ella líknandi. Og tá ið vit nú ENDILIGA merkja móða kroppin, ið skríggjar eftir hvíld, ja, so halda vit, at tað er týdningarmikið at lurta. Á háskúlanum taka vit hvíldina í álvara. Tað er altíð møguleiki at fara heim at hvíla seg seinnapart - tí vit vita, at hvílir tú teg í dag, tá ið møðin tyngir, ja, so orkar tú meira enn tvífalt í morgin. Seinnaparturin er tí settur av til arbeiði, matgerð og/ella hvíld.


RØRSLA


Tað er týdningarmikið at hvíla, men hvíldin verður ofta betri og djúpari, um kroppurin eisini sleppur at arbeiða. Rørsla er tí altíð partur av gerandisdegnum. Ofta er rørslan natúrligur partur av undirvísingini/arbeiðinum - men aðrar tíðir er hon partur av spæli og stuttleika.


VISTARHALD


Skúlin er staðsettur á Sandi, og næmingarnir húsast í vakra Ísansgarði. Á Ísansgarði eru níggju kømur, og tveir næmingar kunnu búgva á hvørjum kamari. Uttanfyri Ísansgarð eru tveir hitapottar, ið verða kyndir upp fríggjadag. Næmingarnir skiftast um at gera mat - saman við einum av læraranum. Matgerðin er partur av undirvísingini. Maturin á skúlanum er í so stóran mun sum gjørligt vistfrøðiligur, keyptur í leysvekt og/ella av Sandi.


NÆMINGAR VIÐ BØRNUM


At tú hevur børn skal ikki vera ein forðing fyri at koma á háskúla - heldur tvørturímóti. Tíðin við børnum er eitt gott tíðarskeið at fara á háskúla. Eitt tíðarskeið, har ein kann geva sær tíð til at traðka úr gerandistrummerumminum

Bústaður

Heimasandsvegur 117

Sandoy

Lýsing

Aldursmark: 18 ár