HEIMABLÍDNI

Ein liður í arbeiðinum at menna Føroyar sum ferðamál er at kunna bjóða góðan føroyskan mat – eisini á útoyggj og í smábygdum. Somuleiðis er tað forkunnugt og spennandi fyri útlendsk ferðafólk at sleppa heim til føroyingar at vitja.

Samstundis hevur tað ofta verðið ført fram, at tað kann verða trupult hjá ferðafólki at finna støð, sum bjóða føroyskan mat – kanska serliga á útoyggj.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur gjørt eina vegleiðing um virkan og borðreiðing av mati í privata húsarhaldinum ætlað ferðafólkum. Við hesi vegleiðingini um heimablídni liggur væl fyri at menna hetta tilboð víðari.

Vegleiðing um heimablídni loyvir fólkum at borðreiða fyri ferðafólkum í privata húsarhaldinum. Heimablídni er skilmarkað sum virksemi, ið ikki skal góðkennast, og ikki er undir eftirliti av Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Yvirskipað kann sigast, at maturin skal verða virkaður í privata køkinum, og etin í privata køkinum ella hølum, sum náttúrliga eru knýtt at køkinum – t.d. í stovuni.

 

Húsarhaldsskúli Føroya hevur javnan skeið í matvørureinføri, sum er skeið til fólk, sum ætla at veita mat til ferðafólk í egnum heimi. Les meira um skeiðini her.

Fyri eitt kreativt íkast, og menning innan matgerð, eru fleiri skeið at finna hjá Mat & Moldmentunarháskúlanum á Sandi. Sí teirra skeið skrá her.

 

EatLocal.fo er heimasíða við yvirliti yvir fleiri heimablídni í Føroyum.

VEGLEIÐING UM HEIMABLÍDNI

TAK NIÐUR

HVAT ER OG HVAT ER IKKI HEIMABLÍDNI

TAK NIÐUR