COVID-19 VEGLEIÐINGAR
Fleiri kanningar vísa, at nú fólk fara at ferðast, tá landamørk lata upp aftur, so hevur reinførið sera nógv at siga fyri valið av ferðamáli.
Í eini roynd at finna ein felags leist fyri vinnuna, hevur Visit Faroe Islands heitt á Pál Weihe, sum hevur hjálpt okkum at gera nakrar einfaldar vegleiðingar fyri ymisk øki.
Vegleiðingarnar eru fyri matstovur og kaféir, bussar, gistingarhús og uttandura upplivingar. Tak vegleiðingarnar niður omanfyri.
Harumframt hava vit eina síðu á heimasíðuni hjá okkum, sum meiri yvirskipað gevur vegleiðingar til ferðafólk um, hvussu tey skulu uppføra seg, tá tey koma til Føroya.
Leinki er her: https://www.visitfaroeislands.com/covid-19-guidelines-all-travellers/
Vit mæla til at leggja vegleiðingarnar fyri tykkara øki á tykkara heimasíður, soleiðis at ferðafólk síggja, hvørji atlit tit taka til Covid-19 reinføri.
Setið tykkum endiliga í samband við okkum á +298 666 555 ella skriva á info(a)visitfaroeislands.com, um tit hava spurningar.