SAMAN UM TAÐ SOSIALA

At vera virkin á sosialu miðlunum er vorðið eitt krav. Nú á døgum vænta kundar, at tín fyritøka ella stovnur er at finna á sosialu miðlunum. At nýta sosialu miðlarnar er ein frálíkur máti at røkka tínum kundum, fáa týdningarmikil innlit í, hvussu tínir kundar uppføra seg, og at vaksa um títt vørumerki.

Á verkstovuni, ið bar heitið “Saman um tað sosiala”, vóru serkøn innan sosialar miðlar og greiddu frá um teirra arbeiði og royndir við Instagram og Facebook.

Fyrilestrahaldarar vóru:

Olivia Døgg Fríðfinnsdóttir, ið arbeiði við Instagram hjá Visit Faroe Islands

Saviour Mifsud, myndamaður við egnum instagram vanga
Sissal Kristiansen og Jóhanna á Steinum, kvinnurnar handan Ullvøruhúsið,
Harriet Olafsdóttir, mynda- og listakvinna við heimablídni
Ann Krista í Dali, ið røkir sosialu miðlarnar hjá Gist og Vist.

Evnini á verkstovuni vóru m.a.:

 

  • Góð ráð um at byrja ein Instagram vanga
  • Um at arbeiða við nýggjum myndavinklum
  • Dømi um, hvussu sosialir miðlar økja um søluna
  • Hvussu persónligar søgur kunnu styrkja trúfesti mótvegis vørumerkinum
  • Hvussu Instagram og Facebook kunnu nýtast á føroyska og útlendska marknaðin
  • Hvussu fyritøkur kunnu samstarva við myndafólk og ávirkarar um tilfar til sosialar miðlar

TAK NIÐUR FRAMLØGURNAR NIÐANFYRI

@VISITFAROEISLANDS

Um strategiina handan vangan, um hvussu Instagram og menningarætlanin hanga saman og upplegg til framtíðar samstarv við vinnuna
tak niður

@BYOLAFSDOTTIR

Ein kreativur heimur á bóndagarðinum í Æðuvík
TAK NIÐUR

@SAVIOURMIFSUD

My journey with Instagram (á enskum)
TAK NIÐUR

GIST & VIST - 23 YMISKAR VANGAR

Um strategiina handan vangarnar, um at framleiða innihald og um hvat riggar og hvat riggar minni væl
TAK NIÐUR

@SHISABRAND @STEINUMKNITWEAR OG @ULLVORUHUSID

Hvussu lýsið eg mítt brand, og hvussu øki eg mína sølu við at brúka Instagram
TAK NIÐUR

LES MEIRA